Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd. Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa. Í hesum føri um fosturtøku og lóggávu í hesum sambandi.

Háskúlin í Nesvík spyr tí: Hvat sigur gynokologurin um fosturtøku? Hvat sigur presturin? Og fosturtøkulógin, er hon ein avoldað sak, sum eigur at verða dagførd? Um ja, hvussu? Um nei, hví ikki?

Diana Reynstind, Jonhard Jógvansson, hava hvør sín stutta fyrilestur og eftir drekka, verður politiskt orðaskifti, har Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Uni Rasmussen luttaka.

Nær: Mánakvøldið 21. novembur kl. 19-21.30

Hvar: Aulan í Finsen, Tórshavn.

Tiltakið er ókeypis