Onki úrslit at finna.
Search by

Melda teg til Bíbliuháskúlan

Kostnaður

Kostnaðurin fyri undirvísing, mat, uppihald, túrar í Føroyum og uttanlandsferð er 26.500 kr. Um tú verður upptikin, fært tú ein mail um at gjalda eitt tilmeldingargjald á 4000 kr., sum skal gjaldast innan 7 dagar fyri at endliga tryggja tær plássið. Um gjaldið ikki er goldið innan tíðarfreistina, fellur tilmelding burtur. Tilmeldingargjaldið er eitt depositumgjald og verður drigið frá samlaða kostnaðinum av skeiðinum.

Møguleikar fyri stuðli

Summar kommunur velja at stuðla skúlauppihaldum av ymiskum slag. Sett teg í samband við tína kommunu og spyr teg fyri, um hon stuðlar háskúlauppihaldi. Eisini ber til at seta seg í samband við tína meinigheit ella kirkju um at stuðla tínum uppihaldi á Bíbliuháskúlanum í Nesvík.