Onki úrslit at finna.
Search by

Samband

Olga Magnussen
Skúlaleiðari

Skúlastýrið

Á Ársmøtinum í 2021 varð kunnað um, at arbeitt verður við einum háskúla í Nesvík. Í fjør varð umsókn send Landsstýrinum um fíggjarligan stuðul til háskúlan. Løgtingið játtaði 1,35 milliónir kr. í stuðli til háskúlan. Viðtøkurnar fyri háskúlan siga, at høvuðsstýrið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini velur skúlastýrið, sum er mannað við 9 limum. Skúlastýrið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og kassameistara. Tað er skúlastýrið, sum eftir góðkenning frá Høvuðsstýrinum setur skúlaleiðaran.

Jákup Erlingsson Petersen
Formaður
Vagn Foldbo
Næstformaður
Eyðhild S. Dam Hansen
Kassameistari
Sverri Steinhólm
Stýrislimur
Jóhannus Mikkelsen
Stýrislimur
Andrias Magnussen
Stýrislimur
Mariann D. Poulsen
Stýrislimur
Nansi Johannesen
Stýrislimur
Heri Kjærbo
Stýrislimur

Søga og visjón

Háskúlin í Nesvík varð settur á stovn av Kirkjuligu Heimamissiónini í februar 2022. Ynski varð um at geva ungum eitt vakstrarumhvørvi, har tey kunnu trívast og búnast, likamliga, sálarliga og andaliga.  

Hyggja vit aftur í tíðina, hevur háskúli verið uppá tal fyrr og royndir eru gjørdar við bíbliuskúla ymsastaðni í Føroyum og í ymiskum sniði. Í 2021 tók prát seg upp um møguleikan at seta á stovn Háskúla í samstarvi millum Heimamissiónina og Uttanríkis- og Mentamálaráðið og hetta bar á mál og fingu vit góðkenning at fara í gongd.

Eitt skúlastýrið varð valt og síðan fór arbeiðið í gongd. Serliga var tað Bergur Debes Joensen, og Ásbjørn Jacobsen, sum vissiónsberar og ávíkavist formaður og næstformaður í fyrsta skúlastýrinum fyri Háskúlan í Nesvík, og Símun Jacobsen og Andrias Magnussen ávíkavist formaður og aðalskrivari hjá heimamissiónini, sum gjørdu arbeiði, soleiðis at Háskúlin í Nesvík at enda gjørdist verðuleiki

Visjónin fyri Háskúlan er, at ung hava tørv á einum skúla við týðuligum kristiligum innihaldi, har tey kunnu búnast andaliga samstundis sum tey hava tað gott og stuttligt, og møguleika at fáa vinir fyri lívið. Vit ynskja, at Háskúlin í Nesvík skal gerast ein miðdepil, har ung skulu kenna seg sædd, hoyrd, góðkend og vælkomin. Eisini er tað umráðandi at skúlin hevur undirvísarar, sum trívast á skúlanum og ynskja at geva undirvísing við høgari góðsku, so vit kunna verða við til at stuðla undir og útbúgva ung til trúfesti og arbeiðssemi.