Vælkomin til dátuverndarkunning frá Háskúlanum í Nesvík. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Háskúlanum í Nesvík at tryggja, at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum eru í samsvar við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti (tað er tú) er kunnað/ur um, hvat er skrásett um viðkomandi.
Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar í sambandi við tiltøk á Háskúlanum í Nesvík.
Háskúlin í Nesvík bjóðar út háskúlaskeið ætlað ungum við 9.fl prógvi og eldri. Eisini bjóða vit út fleiri styttri skeið, sum tú kanst tekna teg til og luttaka í.
Dagførdur listi yvir skeiðini er á heimasíðuni hjá Háskúlanum í Nesvík, www.hin.fo.
Tá tú teknar teg til eitt skeið, verður tú biðin um hesar upplýsingar: For- og eftirnavn, bústaður, býur/bygd, postnummar, teldupostur, føðidato, telefonnummar og kyn. Tú kanst eisini tekna teg til tíðindabræv og tá biðja vit um navn og teldupost.
2. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?
Háskúlin í Nesvík er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónsupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú venda tær til:
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Háskúlin í Nesvík ynskir at veita eitt breitt úrval av skeiðum. Grundarlagið í háskúlatilboðnum er at vekja ans næminganna fyri andaligum, málsligum og siðmennandi virðum, umframt likamligari rørslu, ítrivi og øðrum. Alt hetta skal virka við til, at tann ungi mennist sum menniskja – likamliga, sálarliga og andaliga. Háskúlin er til tey, sum ynskja eitt hálvt ár við fjølbroyttum upplivingum, ríkum løtum og uppbyggjandi samfelagi.
Vit viðgera tí tínar persónsupplýsingar til hesi endamál:
At skipa skeið/tiltøk soleiðis, at trygdarreglur, galdandi lóggáva og ásetingar í reglugerðini um Háskúlan í Nesvík verða hildnar.
At tryggja, at starvsfólk eru sett til allar neyðugar uppgávur.
At tryggja, at skeiðini eru viðkomandi og undirvísingin er mennandi og gevandi fyri luttakararnar.
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:
Heimildargrundarlagið fyri viðgerðina er antin, at vit hava fingið samtykki, ella at tað er grundað á eina avtalu, sum vit hava gjørt við teg, ella, at okkum tørvar gera hetta grundað á rættarligar skyldur ella grundað á heimilað áhugamál/heimilað virksemi.
3.1 Heimilaði endamál við viðgerðini
Sum nevnt omanfyri, fer okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum fram, fyri meginpartin grundað á heimilað áhugamál, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, í dátuverndarlógini, og §12 stk 1, nr. 5 fyri viðkvæmar persónsupplýsingar.
Heimildirnar eru:
Samtykki. §8, stk. 1, nr. 1
Avtala. §8, stk. 1, nr. 2
Rættarlig skylda. §8, stk. 1, nr. 3 og sum nevnt omanfyri
Heimilað áhugamál. §8, stk. 1, nr. 6
Heimilað virksemi. §12, stk. 1, nr. 5
4. Sløg av persónsupplýsingum
Vit viðgera hesi sløgini av persónsupplýsingum um teg:
Vanligar persónsupplýsingar. Talan er fyri meginpartin um vanligar persónsupplýsingar, so sum fornavn, eftirnavn, bústað, býur/bygd, postnummar, føðidato, og samskiftisupplýsingar sum telefonnummar og teldupostadressa og kyn.
Myndir. Floksmynd verður tikin av hvørjum flokki í Háskúlanum. Myndina fær hvør luttakari og lærari. Háskúlin goymir eitt eintak av floksmyndunum. Eisini verða løtumyndir og upptøkur av dagligdegnum tiknar og deildar á Facebook, Instagram hjá Háskúlanum í Nesvík.
Heilsuupplýsingar. Spurt verður ikki um heilsuupplýsingar, men tó kunnu luttakararnir viðmerkja tað í viðmerkingarteigin á umsóknini, um tað er neyðugt.
Gjaldsupplýsingar. Gjaldið fyri skeið er skrásett á heimasíðuni hin.fo
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Høvuðsreglan hjá Háskúlanum í Nesvík er, at vit ikki lata tínar persónsupplýsingar til aðrar móttakarar, og um vit brúka undirveitarar, so eru tað bert veitarar úr Hollandi og Føroyum. Undantøkini eru tó teir sosialu miðlarnir, tí Háskúlin í Nesvík hevur eina Facebook síðu og ein Instagram profil.
Háskúlin í Nesvík brúkar føroyskan veitara til bókhaldið.
Háskúlin í Nesvík er á sosialu miðlunum og hevur bæði eina Facebook síðu og ein Instagram profil. Tú eigur at verða vitandi um, at Facebook/Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook/Instagram síðuna hjá Háskúlanum í Nesvík. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook/Instagram brúkar hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook/Instagram.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Vit flyta tínar persónsupplýsingar til móttakarar í Hollandi, í sambandi við, at vit brúka hýsing í Hollandi. Til tína kunning, so er trygt at goyma persónsupplýsingar í Hollandi, og vit hava dátuviðgerðaavtalu við dátuviðgerðar okkara. Um tú brúkar síðu okkara á Facebook og Instagram, verða tínar persónsupplýsingar brúktar av teimum.
7. Hvaðani stava persónsupplýsingarnar
Persónsupplýsingarnar, sum vit viðgera eru innheintaðar beinleiðis frá tær.
Persónsupplýsingarnar eru fingnar beinleiðis frá tær ella frá foreldrum/verjum, tá ið tú ella foreldur/verjar hava teknað teg til eitt av skeiðinum hjá Háskúlanum í Nesvík
8. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar
Vit goyma tínar persónsupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við ta viðgerð, vit gera, ella inntil skrásetti persónurin vil hava persónsupplýsingarnar strikaðar.
Vanligar persónsupplýsingar í samband við skeið/luttøku. Hesar upplýsingar verða goymdar í 5 ár, ella so leingi tað er neyðugt hjá Háskulanum at hava tær.
Viðkvæmar persónsupplýsingar, sum verða latnara Háskúlanum í Nesvík í sambandi við skeið, verða burturbeindar, tá skeiðini eru liðug. Hetta verður varnliga gjørt í oktobermánaði á hvørjum ári.
Floks- ella liðmyndir verða ikki strikaðar. Løtumyndir og upptøkur av gerandisdegnum á Háskúlanum í Nesvík verða goymdar í skjalagoymsluni.
Sosialir miðlar. Hvørt ár verður farið ígjøgnum sosialu miðlarnar hjá Háskúlanum í Nesvík, og myndir verða strikaðar, tó ikki tær myndir, sum eru av sera generellum karakteri – tær kunnu verða verandi á sosialu miðlunum. Tó so, um onkur ynskir at myndir verða strikaðar, so verða tær strikaðar – beinanvegin, uttan drál.
Roknskaparupplýsingar, sum er í pappírsformi, verða burturbeindar eftir 5 árum, sambært galdandi reglum.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og einki slag av profilering gjørd.
10. Rættin til at taka samtykki aftur
Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 2. broti).
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
11. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).
11.1. Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
11.2. Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálva/n rættaðar.
11.3. Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálva/n strikaðar, fyri okkara ætlaðu striking.
11.4. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónsupplýsingarnar.
11.5. Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
11.6. Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
12. Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Cookies
Hetta er kunning um hvat verður skrásett um teg tá tú brúkar hesa heimasíðuna.
Vit nýta hesar cookies á okkara heimasíðu. Í høvuðsheitinum er talan um cookies sum samla hagtøl yvir vitjandi.
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hvørji eru vit?
Hesin politikkur er galdandi fyri okkara heimasíðu, https://www.hin.fo.
Hvørjar persónligar upplýsingar samla vit og hví?
Tín nýtsla av heimasíðuni hjá Háskúlanum í Nesvík er dulnevnd. Vit skráseta ongar dátur, sum kunnu brúkast til at eyðmerkja teg sum persón, uttan so at tú fyllir út oyðubløð, sum krevja, at tú sigur hvør tú ert, ella um tú meldar teg til tænastur so sum okkara tíðindabrøv.
Vit hvørki selja ella geva víðari persónligar upplýsingar til triðja partar, uttan so at tænastan, ið tú meldar teg til, krevur tað.
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at vit kunnu nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum. Vanliga verður spurgt eftir teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari. Í einstøkum frymlum verður spurt um fleiri upplýsingar, um hetta krevst til tess at viðgerða umsóknina.
Oyðubløð
Við at útfylla oyðubløð við tínum upplýsingum, samtykkir tú samstundis, at vit kunnu nýta hesar upplýsingar til viðgerðina av umsóknini. Vit spyrja ongantíð eftir fleiri upplýsingum, enn eru neyðugir til tess at kunna viðgera umsóknina. Upplýsingarnar verða goymdar hjá triðja parti, og vit hava fingið váttan frá triðja parti at triðji partur heldur GDPR-lóggávuna og hevur ISAE 3402-váttan fyri hýsingarumhvørvið.
Hagtøl
Vit samla hagtøl yvir, hvussu heimasíðan verður brúkt og hvussu brúkarar leita á síðuni. Hetta hjálpir okkum at menna og betra um heimasíðuna, so tú lættari finnur tað, tú leitar eftir.
Cookies
Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í cookies. Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesar cookies eru galdandi í eitt ár.
Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eina fyribils cookie, fyri at staðfesta um tín browsari loyvir nýtslu av cookies. Hendan cookie inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað, tá tú sløkkjur browsaran.
Tá tú innritar seta vit fleiri cookies, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða allar cookies strikaðar.
Um tú rættað ella útgevur eina grein, verður ein cookie løgd í tín browsara. Hendan cookie inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummarið á greinini, sum tú júst hevur rættað. Hendan cookie er bert galdandi í ein dag.
Greining (analytics)
Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvegað av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar, ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.
Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi.
Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna eru cookies og upplýsingar um brúk.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy – Opt Out. Privacy Shield participant.
Hvussu leingi verða cookies goymdar?
Livitíðin hjá eini cookie er skiftandi, alt eftir hvat teir ymsu útbjóðararnir hava sett hana til. Onkrar cookies verða strikaðar, so skjótt sum tú sløkkir browsaran, meðan aðrar kunnu goymast í fleiri ár.
Nógvir útbjóðarar brúka vanliga 12 ella 24 mánaðars livitíð á teirra lýsingar-, hagtals- og innihaldsrelateraðum cookies.
Legg til merkis, at livitíðin verður longd eftir hvørja vitjan, so tað er t.d. 24 mánaðir frá tíni seinastu vitjan, at ein cookie verður goymd á tíni teldu.
Hvussu striki eg cookies?
Tú kanst altíð avvísa ella strika cookies á tíni teldu við at broyta stillingarnar í tínum browsara. Hvar tú finnur hesar stillingar er treytað av hvønn browsara, tú brúkar. Legg tó til merkis, at um tú gert hetta, kunnu tað vera funkur og tænastur, sum tú ikki kanst brúka, tí tær rigga treytað av, at browsarin kann minnast, hvat tú hevur valt.
Allir browsarar loyva, at tú strikar cookies einkultvís ella allar í senn. Vel tín browsara niðanfyri, um tú vilt fáa vegleiðing til, hvussu tú strikar cookies. Um tú brúkar fleiri browsarar, mást tú strika cookies í teimum øllum.
Hevur tú sagt nei og angrar tað, skalt tú fara inn í tín browsara og strika cookies. Síðan verður tú aftur spurdur, um tú góðtekur cookies.
Neyðugar cookies Hesar cookies eru neyðugar fyri, at heimasíðan kann bjóða eina serliga tænastu.
Á hin.fo verður ein cookie brúkt til at kanna, um tú sum brúkari hevur givið samtykki til at vit brúka cookies á síðuni. Ongar persónligar dátur verða samlaðar í hesum sambandi.
Triðjaparts-cookies Hesar cookies verða brúktar til at tryggja optimala brúkarauppliving á heimasíðuni. Hetta er t.d. valdar preferencur so sum mál ella val, sum gera navigering á síðuni lættari.
Hesar cookies verða eisini brúktar til rakstur av heimasíðuni. Tað kann t.d. verða teljing av talinum av vitjandi ella aðrir upplýsingar, sum skulu brúkast til greiningar. Tær verða eisini brúktar í samband við spurnarbløð. Hesar cookies kunnu í avmarkaðan mun samla dátur, sum kunnu leiða til tann einkulta brúkaran.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Hvar vit senda tykkara upplýsingar
Viðmerkingar kunnu verða sendar ígjøgnum eitt automatiserað spamfiltur. Øll kunning og allar dátur verða hýst í Hollandi.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!