Vilt tú hava sunnari vanar í gerandisdegnum? Vilt tú sleppa frá ósunnu vanunum, tú nú stríðist við? So kunnu munkar og nunnur læra teg. Tey liva í áravís eftir vanum, sum ikki bert eru ætlaðir teimum, men eisini okkum, sum ikki búgva á kleystri.

Tykist tað at vera torført hjá tær at leggja keðiligar vanar av og byrja nýggjar góðar vanar? So ert tú ikki einsamøll ella einsamallur. Hvørt gamlaárskvøld lova túsundtals føroyingar sær sjálvum og øðrum, at tey ætla at leggja okkurt av ella at byrja okkurt nýtt. Men tá ið avtornar, vísir tað seg at vera torførari at broyta vanar, enn vit mangan halda. Mong tilboð eru til okkara í dag, sum hjálpa okkum at broyta vanar. Men vit munnu ikki vera mong, sum hyggja til kirkjusøguna og munkaskipanina fyri at finna hjálp og vegleiðing. Tað verður gjørt við skeiðinum Munkavanar til gerandisfólk. Her er ikki talan um at gerast munkur ella nunna, men at síggja, hvussu tey broyttu teirra vanar. Vanar sum tú og eg í dag eisini hava fyri neyðini at broyta. Munkavanar til gerandisfólk er til tín, sum fegin vilt liva við sunnari vanum viðvíkjandi samtalu, hvíld, ró, arbeiði, lestri, bøn, svøvni, kosti, rørslu, hugsavnan og so framvegis

Innihald

Tá ið nunnur og munkar fara á kleystur og gerast limir, ganga tey undir at fylgja ávísu regluni, sum hoyrir ávísa kleystrinum til. Kendasta reglan, sum eisini verður brúkt sum fyrimynd fyri fleiri aðrar reglur, man vera Bænadikts regla, skrivað av Santa Bænadikt í 6. øld, tá ið hann skipaði sítt kleystur.

Á hesum skeiðinum verður undirvíst í nøkrum av setningunum í Bænadikts reglu. Teimum setningunum, sum í størsta mun røra við gerandisdagin hjá okkum, sum ikki eru nunnur ella munkar: Í hvussu stóran mun eigi eg at tosa? Hvussu eigi eg at liva í javnvág ímillum tænastu og bøn? Hvussu eigi eg at arbeiða úr hvíldini? Hvussu kann eg hugsavna meg um tað, eg geri? Hvussu eigi eg at síggja mítt medmenniskja? Hvussu umsiti eg mínar ognir sunt?

Hesar og aðrar setningar í Bænadikts reglu fara vit at vera saman um.


Tíðarskeið: 4.mai, 11.mai, 18.mai, 25.mai, 1.juni, 8.juni, 15.juni, 22.juni. 24.juni.
Tíð: kl 17:00 -19:00 tó 24.juni kl 14:00 – 18:00.
Stað: Í Vesturkirkjuni, tó 24. Juni, Havnardali – Kirkjubø.
Lærari: Derhard Jógvansson, sóknarprestur
Kostnaður: Kr. 1000
Luttakarar: Í mesta lagi 12