Lær hvussu tú kanst trívast í tínum gerandisdegi, har tú ert, sum tú ert, við tí tú hevur. Lær hvussu tú í kvirru og úr hvíld soleiðis trívist í tínum kalli.

Í einari tíð, har ferðin í gerandisdegnum alsamt tykist at taka til, økist strongdin, stúranin og ørkymlanin tilsvarandi. Í einari tíð, har vit meira enn nakrantíð í heimssøguni stórt sæð kunnu fáa hendur á tí, vit vilja, tykjast vit at ivast og leita í størri mun eftir meiningini við lívinum. Nógv tilboð verða bjóðað at geva okkum svar til, hvussu vit betur kunnu trívast í okkara gerandisdegi – í okkara kalli. Men hvat nú um vit ístaðin fyri at fylla okkum við fleiri orðum, læra at lurta í kvirru eftir tí, sum longu er sagt okkum? Hvat nú um vit ístaðin fyri at gera meira, læra at gera minni og hvíla í tí, sum longu er gjørt fyri okkum? Ljóðar hetta spennandi, er háskúlaskeiðið Kvirra, hvíld og kall júst fyri teg.

Innihald

Undirvíst verður í, hvussu dagsins samfelag tykist verða neiligt ávirkað av, hvussu vit í velja at liva. Og hvussu hetta ávirkar einstaka menniskjað bæði likamliga, sinnisliga og andaliga, soleiðis at strongd, angist og ørkymlan bert tekur til ár fyri ár.

Vit fara á skeiðinum at venda okkum til, hvussu aldargamlar gerðir í kristnini við serligum atliti til bænadiktinsku munkarørsluna. Hvat dugdu og duga nunnur og munkar, sum vit hava gloymt? Eisini hyggja vit at jødisku sabbatin. Hvat er Guds ætlan við at vit eiga at halda ein dag av sjey sum heilagan hvíludag. Hvat merkir tað og hvussu kann tað hjálpa okkum so upptiknu menniskjum í dag?

Við hesum sum grundarlag verður síðani undirvíst í, hvussu vit eru og hvat vit eru ætlað til. Ikki í smáum lutum, men í tí stóra bílætinum.

Undirvísingin verður ikki bert ástøðilig frálæra. Í tímunum verður lagt upp til samtalu um evnini. Ítøkiligar gerandisligar uppgávur verða givnar at hava við út í tilveruna ímillum undirvísingina. Lag verður lagt á, hvussu luttakararnir í sínum egna lívi kunnu vera meira í kvirru og hvíld. Eisini verður skipað fyri einum gongutúri, har dentur verður lagdur á kvirru og hvíld.


Tíðarskeið: 2.mai, 9.mai, 16.mai, 23.mai, 30.mai, 6.juni, 13.juni, 20.juni, – allar dagar kl 17:00 -19:00 og 24.juni kl 14:00 – 18:00.
Stað: í Vesturkirkjuni, tó 24. Juni, Havnardali – Kirkjubø.
Lærari: Derhard Jógvansson, sóknarprestur
Kostnaður: Kr. 1000
Luttakarar: Í mesta lagi 12