BROYTING! Hetta skeiðið verður koyrt sum áhugatímar og er ókeypis.

Hvussu byrjaði alt? Er Gud til? Hví eri eg her? Menniskjan setur hesar stóru spurningarnar, tí at hon leitar eftir meining í lívinum. Men um tað veruliga finst ein sonn meining við lívinum, hvar finni eg hana so? Hvar finni eg sannleikan? Á hesum skeiðinum fara vit at hyggja eftir nøkrum av teimum stóru trúarspurningunum. Sum ein part av undirvísingini verður eisini farið í kirkju nakrar ferðir til undirvísingargudstænastu.
Evni, ið verða viðgjørd, eru hesi: Hvør er Jesus? Hvat er gleðiboðskapurin? Bíbliunnar trúvirði. Hvørji eru játtanarritini hjá Fólkakirkjuni? Mótstøðumaðurin og glatanin. Hvat er frelsandi trúgv? Hvat er trúarverja? Hvat er hitt ófødda? Hvat vita vit um Jesu uppreisn?

Um áhugatímarnar
Háskúlin í Nesvík bjóðar út áhugatímar í missiónshúsinum Karmel og er eitt tilboð til øll. Áhugatímarnir koyra árið runt, og tað er møguligt at koma upp í, nær tað skal verða. Í kristna dópinum verður mint á, at tey doyptu eisini eiga at verða lærd upp í hini kristnu trúnni. Tað er júst hetta, ið miðað verður eftir við áhugatímunum.

Um luttakararnar
Sum luttakari skalt tú ikki hava annað við enn Bíbliuna og eitt lærumóttakandi sinni. Tað kann eisini vera gott, at hava okkurt at skriva við og á.

Ver vælkomin!

Tíðarskeið: Okt. 2022 til juni 2023
Nær: Týskvøld kl 19.00-21.00.
Hesi týskvøld í 2022: 22. november og 20. desember.
Hesi týskvøld í 2023: 24. januar, 28. februar, 28. mars, 25. apríl, 23. mai og 20. juni
Stað: Karmel á Eiði
Lærari: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur
Prísur: Ókeypis