Háskúlin bjóðar til tvey ymisk senior/pensiónista skeið. Fyrra skeiðið verður hildið 30. januar til 1. februar, og seinna skeiðið verður hildið 1. februar til 3. februar.

Háskúlin í Nesvík bjóðar til háskúlaskeið fyri seniorar og pensiónistar. Kom og ver saman í kristnum felagskapi í nakrar dagar, har tú fært kveikjandi undirvísing og góðan felagsskap. Her kanst tú, saman við øðrum, koma nærri Guds orði, hugna tær við góðum mati, gongutúrum og nógvum práti, sum kann styrkja vinabond ella knýta nýggj bond.

Skeið 1:   30. januar – 1. februar 
Skeið 2:   1. februar – 3. februar 
Stað: Nesvík 
Lærari: Jógvan Højgaard, Torleif Johannessen, Ólavur Jacobsen, Pól Johannessen, trúboðarar.
Áhugatími: Marjun Lómaklett, integratiónsprestur,
Samskipari: Jørgin Andreassen, Frítíðartrúboðari

Skráin á skeiðunum er hendan

Prísur: 

MøguleikarPrísur fyri hvønn
Skeið við gisting í nýggju loninikr. 1.250
Skeið við gisting í gomlu kømrunumkr. 1.000
Skeið uttan gistingkr. 600

Gjaldast skal á konto í Suðuroyar Sparikassa: 9870- 3058418

Tú kanst melda teg til niðanfyri ella ringja til 470001