Tað er við stórari gleði, at skúlaleiðarin og skúlastýrið í Háskúlanum í Nesvík bjóða føroyingum á háskúla.

Nú er møguligt at melda seg til fyrsta hálvársskeiðið, sum er eitt spennandi skúlatilboð til øll ung. Í Nesvík hava vit góðar karmar til alskyns háskúlavirksemi, og vit hava eitt spennandi hálvársskeið at bjóða tær.

Háskúlin í Nesvík ynskir at veita eitt breitt úrval av møguligum skeiðum. Óansæð um tú ert ein praktiskur og virkin persónur, kreativur ella bókligur, so er Háskúlin í Nesvík nakað fyri teg. Grundarlagið í háskúlatilboðnum er livandi trúgv og tænasta. Tískil ynskja vit at geva tær møguleika til at fáa innlit í tær bíbilsku skriftirnar og teirra søgu, kristna trúgv og læru. Somuleiðis vilja vit geva tær karmar til at vera virkin í tínum kristnilívi við andakt, bøn, góðum felagsskapi og í tænastu til næstan. Alt hetta skal viðvirka, at tú mennist sum menniskja – likamliga, sálarliga og andliga.

“Ivast tú í, hvat tú skalt gera aftaná summarfrítíðina, ella ert tú komin til eitt vegamót í tínum lívi og ynskir royna nakað nýtt og at menna teg? So hevur Háskúlin í Nesvík nógv at bjóða tær, óansæð um tú hevur bóklig evni ella ert til útilív.”

Niðanfyri standa lærugreinarnar, ið vit bjóða næmingum okkara. Nakrar av hesum liggja fastar á skeiðnum og aðrar lærugreinar verða bodnar út alt eftir, hvat næmingarnir velja hetta skeiðið. Tað vil siga, at tú fært møguleikan at mynda títt egna háskúlaskeið, alt eftir um tú virðismetir útilív við síðing, kajakk og longri súkklitúrum ella ynskir at arbeiða við miðlum í filmi, myndum og teksti. Vit ynskja, at fært eina uppliving fyri lívið við einum stuttligum og hendingaríkum háskúlaskeiði.

  • Leiklist
  • Miðlar
  • Tónleikur
  • Útilív
  • Kristin spiritualitetur og meditatión
  • Tænasta í verki
  • Átrúnaður
  • Bíbliukunnleiki
  • Kristin trúgv og læra
  • Samleiki og gudsmynd við útgangsstøði í Gamla Testamenti
  • Umskapan og endurnýggjan við útgangsstøði í Nýggja Testamenti
  • Føroyskt mál og mentan

“Vit ynskja at geva teimum kreativu og tónleikaáhugaðu møguleika at menna seg, teimum praktisku at royna seg og teimum virknu at røra seg. Kom á háskúla og fá møguleika at fordjúpa teg í tær bíbilsku skriftirnar og í teir djúpu ekstistensiellu lívsspurningarnar.”