Tað er við stórari gleði at skúlastýrið í Háskúlanum í Nesvík nú kann bjóða føroyingum til eitt breitt úrval av háskúlaskeiðum. Tey fyrstu skeiðini fara í gongd, so skjótt luttakarar hava teknað seg, og fleiri av skeiðunum eru sett til at byrja fyrst í oktober. So nú er at tekna seg.

Lærusveinaskapur

Vit koma at arbeiða við, hvat Nýggja Testamenti lærir um at vera Jesu lærusveinur. Hvat er tað at vera Jesu lærusveinar, hvussu verður ein tað, hvussu mennist ein til tað, og hvat inniber tað.

Tíðarskeið: Fyrst í oktober 2022 til mars 2023
Nær: Annan hvønn týsdag.
Stað: Vesturkirkjan
Lærari: Bergur Debes Joensen, sóknarprestur
Prísur: Kr. 500

Gamla Testamentið (netundirvísing)

Fyri fyrstu ferð ber til hjá tær at lesa alt Gamla Testamenti, har tú kanst nýta nýggju Bíbliutýðingina hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Á hesum skeiði lesa vit 4 kapitlar dagliga. Á netinum verður tú við í einum bólki, ið samskiftir um ymsar spurningar. Hvørt mánakvøld frá 18.30-20.30 verður undirvísing og prát.

Tíðarskeið: Frá dags dato til fyrst juni 2023
Tíðarnýtsla: 1 tíma dagliga umframt at møtast 2 tímar mánakvøld
Stað: Hvønn mánadag á netinum umvegis forritið Microsoft Teams
Lærari: Nicolai Winther-Nielsen, professari í Gamla Testamenti
Samskipari: Ólavur Jacobsen, trúboðari
Prísur: Kr. 2.000

Nýggja Testamentið (netundirvísing)

Fyri fyrstu ferð ber til hjá tær at lesa alt Nýggja Testamenti, har tú kanst nýta nýggju Bíbliutýðingina hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Á hesum skeiði lesa vit ein hálvan tíma dagliga. Á netinum verður tú við í einum bólki, ið samskiftir um ymsar spurningar, sum verða lagdir út 3 ferð vikuliga. Annaðhvørt týskvøld (ólika viku) frá 18.00-19.45 verður undirvísing og prát.

Tíðarskeið: Frá dags dato til fyrst juni 2023
Nær: Annan hvønn týsdag.
Stað: Nesvík 
Lærari: Christian Schøler Holmgaard, lærari í Nýggja Testamenti
Samskipari: Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur
Prísur: Kr. 2.000

Mynd av geralt tikin frá Pixabay

Fotoskeið 1

Her fært tú innlit í myndaheimin og hvussu ein kann skapa myndlist. Skeiðið er bæði tekniskt og listarligt. Lært verður, hvussu mekanisman í myndatóli virkar, og hvussu ein á besta hátt kann skapa list við myndatólinum.

Tíðarskeið: Fyrst í oktober – hálvan desember: 10 ferðir á 2 tímar.
Stað: Verður kunngjørt seinni.
Lærari: Eyðbjørn Jacobsen, fólkaskúlalærari.
Prísur: Kr. 800

Fotoskeið 2

Bygt verður víðari á Foteskeið 1.

Tíðarskeið: Fyrst í januar – hálvan mars: 10 ferðir á 2 tímar.
Stað: Verður kunngjørt seinni.
Lærari: Eyðbjørn Jacobsen, fólkaskúlalærari.
Prísur: Kr. 800

Gospelkórið VOX, ið Ásbjørn Berthelsen stjórnar

Rútmiska kórið hjá Háskúlanum í Nesvík

Umframt at syngja nýggjan og meira siðbundnan gospeltónleik fara vit eisini at hyggja aftur í tónleikasøguna hjá Heimamissiónini. Sangskeiðini hjá Heimamissiónini eru ein skattakista við góðum sangum, sum vit fara at hyggja nærri at. 

Tíðarskeið: Byrjað verður hósdagin 20. oktober.
Nær: Annaðhvørt hóskvøld kl. 18.30-21.30
Stað: Stranda skúli.
Kórvenjari: Ásbjørn Berthelsen, lærari og kórleiðari hjá m.a. gospelkórinum VOX.
Prísur: Kr. 600

Kirkjubøar kirkja

Kirkjusøga

Skulu vit kenna nútíðina, skulu vit kenna fortíðina, og skulu vit ráðleggja um framtíðina er best at kenna tað, sum er, og sum hevur verið. Vit gjøgnumganga kirkjusøguna í brotum frá ápostlanna døgum til okkara dagar. Vit steðga m.a. við frumkirkjuna, trúbótina og verkingarrørslurnar.

Tíðarskeið: 17. okt. 2022 til 28. mars 2023
Nær: Annaðhvørt týskvøld kl. 17.00-19.00
Stað: Skúlin við Løgmannabreyt
Lærari: Marjun Lómaklett
Prísur: Kr. 500

Mynd av congerdesign frá Pixabay

Trúarlív og trúarspurningar

(Fast hvørja ferð: andakt, bøn og felagssangur)

Hvussu byrjaði alt? Er Gud til? Hví eri eg her? Menniskjan setur hesar stóru spurningarnar, tí at hon leitar eftir meining í lívinum. Men um tað veruliga finst ein sonn meining við lívinum, hvar finni eg hana so? Hvar finni eg sannleikan? Á hesum skeiðinum fara vit at hyggja eftir nøkrum av teimum stóru trúarspurningunum. Sum ein part av undirvísingini verður eisini farið í kirkju nakrar ferðir til undirvísingargudstænastu.
Evni, ið verða viðgjørd, eru m.a: Hvør er Jesus? Hvat er gleðiboðskapurin? Bíbliunnar trúvirði. Hvørji eru játtanarritini hjá Fólkakirkjuni? Sakramentini. Hvat er helviti? Viljin og trúgvin. Hvat er trúarverja? Hvat er grundarlagið hjá moralinum? Hvussu verja vit tey óføddu? Um Gud er góður, hví er óndskapur so til? Hvat vita vit um Jesu uppreisn? Himmalvónin. Ver vælkomin!

Tíðarskeið: Fyrst í okt. 2022 til mars 2023
Nær: Týskvøld kl 19.00-21.00.
Hesi týskvøld í 2022: 4., 11. og 25. oktober. 1., 22. og 29. november. 6. og 20. desember.
Hesi týskvøld í 2023: 3., 10. og 24. januar. 7. og 28. februar. 7., 14. og 28. mars.
Stað: Leguhúsið í Nesvík og kirkjan við Norðskála
Lærari: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur
Prísur: Kr. 500

Mynd av S. Hermann & F. Richter frá Pixabay 

Kvirra, hvíld og kall: Hvussu livi eg miðvíst í friði og gleði?

Strongd, ørkymlan og angist tykist at taka til hjá okkum menniskjum í Vesturheiminum. Hetta hendir fyri eitt ættarlið, sum í stóran mun hevur alt, tørvur er á. Hvussu ber tað til? Kann svarið vera, at vit óttast hvørjum vit kunnu møta í kvirruni og velja tí at liva í larmi likamliga, sinnisliga og andaliga? Kann svarið vera, at vit óttast ikki at náa alt, lívið hevur at bjóða og leika tí 24/7? Hvat man henda, um vit læra at vera í kvirru og duga at hvíla? Munnu vit tá eisini vita, hvat okkara kall (meining við lívinum) er? Og soleiðis verða strongd, ørkymlan og angist fyri uttan?

Tíðarskeið: Fyrst í okt. 2022 til mars 2023
Stað: Verður kunngjørt seinni
Lærari: Derhard Jógvansson, sóknarprestur
Prísur: Kr. 500

Mynd av T. H. Jensen frá Pixabay 

Lær føroyskt skjótt og væl

Hvussu veit eg, hvar “ð” skal standa? Og skal orðið enda við “ur” ella “ir”? Nógv okkara ynskja at orða okkum betri á egna máli okkara. Og uppaftur fleiri ynskja at stava betri føroyskt. Hvar tú ert, og hvar tú situr, so er tørvur á at skriva brøv og tekstir rætt. Nú fært tú høvi at gerast betri í føroyskari rættskriving skjótt og væl.

Tíðarskeið: Fyrst í okt.
Nær: Hóskvøld kl. 17.00-18.45 ella 19.00-20.45. Næmingar avgera tíðina nærri saman við lærara.
Stað: Verður kunngjørt seinni
Lærari: Eyðun á Borg
Prísur: Kr. 500

Fólkakirkjan og aðrar kirkjur og samkomur

Ein gjøgnumgongd av evangelisk-luthersku læruni. Protestantarnir eru samdir um tað mesta, men okkurt brýtur frá. Her á landi er tað serliga dópurin og altarborðið, hevur fylt nógv, síðan fleiri aðrar kirkjur og samkomur komu til Føroya, eftir at tann lutherska kirkjan hevði verið einsamøll í øldir. Undirvísingin miðar eftir at lýsa tað Fólkakirkjan lærir um læru og lív og samanbera hetta við, hvat Brøðurnir læra og aðrar kirkju og samkomur her á landi.

Tíð: 18. okt. 2022 til 27. mars 2023
Nær: Annan hvønn týsdag kl. 17.00-19.00
Stað: Gøtu skúli
Lærari: Øssur Kjølbro
Prísur: Kr. 500