Onki úrslit at finna.
Search by

Lærugreinar

Eingin dagur er eins, men nakað er fast og tað er, at felagsskapurin skapar upplivingar, sum varða alt lívið. Tá tú etur, tá tú hevur fríløtu, stillaløtu, í undirvísingini, við klaverið ella í holt við at fyrireika eina uppgávu – ja so hendir tað, tú byggir relatiónir til hini á skúlanum. Hetta kann ikki lærast í eini bók ella gjøgnum undirvísing og tí er háskúlalívið nakað sum hendir allatíð og allastaðni.

Og so kann tað vera gott at kunna trekkja seg eitt sindur viðhvørt, tað kenna vit øll. Tí eru dagarnir skipaðir við góðum skiftum millum innihald og fríløtur

Hvønn morgun hevur tú stillaløtu, sum er ein løta, tú kanst skipa sum tú vilt, men vit hava nøkur hugskot. Eitt kvøld um vikuna er skipa kvøldseta og áðrenn songartíð er felags andakt.

Dagliga hjálpa næmingar við tí praktiska, at rudda, vaska, fixa okkurt inni ella úti. Hetta kann sjálvandi eisini vera stuttligt, tá vit arbeiða saman, men tað skal gerast, eisini tá man ikki tímir! Næmingar hava eisini møguleika at vera við til at leggja ætlanir fyri kvøldsetur og -løtur, túrar og ymist, sum skúlin skal gera. Vit fara at gera eitt sosialmiðla toymi, sum vísir øðrum, havt hendir á skúlanum.

Øll tíma ella duga ikki líka væl alt, tí hava næmingar møguleika at velja okkurt toymi, men øll fáa nakrar uppgávur í felag.

Øll fara at fáa undirvísing í ítrótti/útilív og føroyskum/mentan. Men høvuðsdentur verður lagdur á bíbil lærugreinar. Møguleiki verður at velja seg inn á summar av lærugreinunum, t.d. tónleik, miðling, og málningalist.

Ítróttur og rørsla er partur av Háskúlanum.

Í samband við hesa lærugrein eru møguleikarnir góðir í Nesvík. Vit hava eina høll við útgerð til flogbólt, fótbólt, hondbólt, hockey, borðtennnis og badminton. Eisini er ein vøllur úti.

Tá ið vit gera túrar, verður tað sjálvandi í náttúruvakra nærumhvørvinum í Sundalagnum við perlum sum Tjørnuvík, Saksun og Gjógv, sum liggja tætt við. Her hava vit hægsta fjall í landinum, Slættaratind og til ber at rógva kajak, surfa, síggja Risan og Kellingina, bara fyri at nevna nøkur støð. Harafturat vitja vit til onnur støð og oyggjar runt okkara vakra land.

Føroyskt mál og mentan

Í hesari lærugreinini hugsavna vit okkum um siðaarvin, ið vit fingu frá forfedrum okkara. Málið, mentanin og søgan er ein týdningarmikil partur av tí føroyska siðaarvinum og harvið eisini okkara samleika. Tískil er tað umráðandi at menna førleikar okkara innan hetta evnið. Ein og hvørt samskifti betrast við góðum málsligum førleikum, og málið er altíð knýtt at mentan og søgu. Vit fara eisini at vitja ymisk støð og stovnar, fyri betur at koma at kenna okkara føroysku mentan og siðsøgu, sum gongur langt aftur í tíð.

Námsferð

Háskúlin í Nesvík ger eina námsferð, sum er við í vikukostnaðinum. Áðrenn fari verður, verður undirvíst um landið. Ferðin á heysti 2023 verður til Ísland og verður bæði samansjóðandi, áhugaverd og faklig, Vit fara at uppliva teirra mentan, samkomur og samfelag.

Vit fara at koyra runt steðga á ymsastaðni og uppliva stórsligdnu náttúruna og fólkið. Vit fara at vitja á stovnum, samkomum og læra um samfelagið.

Vit ynskja at útheimurin eisini skal verða partur av Háskúlanum, og at næmingarnir skulu fáa spennandi upplivingar, har tey møta og læra um aðrar mentanir, sum gevur íblástur víðari í lívinum. Meðan vit eru í Reykjavík fara vit at búgva á Ørkini, og reisa út harfrá.

Trúarlív og samleiki grunda í Gamla og Nýggja testamenti

Í lærugreinini trúarlív og samleiki, fara vit við grundarlagi í Bíbliuni at arbeiða við ymiskum spurningum t.d. hvør er Gud? Hvør eri eg? Hvør er Jesus? Hvør er næsti mín? Hendan lærugrein er ein granskingarferð í Bíbliuni fyri at finna svar upp á, hvørji vit eru sum menniskju, og hvør Guð er. Øll vesturlendsk samfeløg hava sum útgangsstøði ta fatan, at eitt menniskja hevur eitt íborið virði. Mangan verður eisini tosað um mannarættindi, ið skulu tryggja øllum menniskjum rættartrygd og virðiliga viðferð. Hendan fatan hevur sín uppruna í Gamla Testamenti. Tískil ynskja vit at fáa greiði á spurninginum: Hvat vil tað siga at vera skapt/ur í Guðs mynd?

Umskapan og endurnýggjan grunda í Nýggja testamenti

Farið verður í dýbdina við einum brævi ella evangeliði í Nýggja Testamenti. Vit fara at leita fram til, hvat tað vil siga at vera umskapaði og endurnýggjaði í Jesusi Kristi. Tú fært møguleika til at grava djúpt í eitt bræv ella evangeliið í Nýggja Testamenti. Tað vil siga, at vit lýsa høvundin og orsøkina til ritið, og hvussu tað er uppbygt. Somuleiðis fara vit ígjøgnum høvuðsevnini, ið verða viðgjørd í brævinum ella evangeliinum.

Tæn í nærumhvørvinum og kring landið

Á Háskúlanum fara næmingar at læra um tænastu. Hvat kann eg gera? Hvat eri eg best til? Tann besti mátin at finna út av tí er, við at tæna sjálv/ur. Vit fara at arbeiða við tænastu ella diakoni bæði fakliga og praktiskt. Vit taka útgangsstøði í næminginum, og hvør hann er sum persónur. Tað kann vera, at næmingar eru virknir, har tey koma frá og eru von at tæna. Men á Háskúlanum verður tænasta ein fastur partur. Tað kann vera at hjálpa privatfólkum við onkrum tey hava tørv á, sum næmingar duga. At bjóða okkum fram at hjálpa við spølum á barnagørðum og skúlum. At hjálpa til við konfirmantum ella ungdómsgudstænastum.

Eisini fer Háskúlin á vikuskiftisferð til støð í Føroyum, har vit kunna bjóða okkum at hjálpa til uppá ymiskar mátar, alt eftir, hvat tey hava tørv á og hvat vit kunna bjóða. Á tann hátt fara vit at knýta bond til nýggj fólk, á støðum vit kanska ikki kendu so nógv til áðrenn.

Vallærugreinar

Tónleikur og sangur

Til tónleik fáa næmingar høvi at royna seg sum tónleikarar. Tað veri seg til framførslur í háskúlahøpi, lovsangsløtur ella onnur tiltøk. Tak títt egna ljóðføri við um tú hevur møguleika. Undirvíst verður í samanspæli og sangi. Øll, sum hava áhuga fáa møguleika at royna seg. Eisini verður undirvíst í lovsangsleiðslu.

Miðlar og tøkni

Miðlar er ein lærugrein, sum arbeiðir við miðlum burturav. Tú mennir førleikar innan film, myndatøku og viðger av myndum, bloggar og poddvarp. Her læra vit at framleiða tilfar av ymsum slag til samtíð okkara, har størsti parturin av allari miðlan er talgild. Tískil eru miðlar ein góð førleikamennandi vallærugrein, sum ger teg føran fyri at miðla á ymiskum pallum.. Annar partur av hesi lærugrein er tøkni, vit fara at seta fokus á at læra praktiskt hvussu man kann skipa eitt tiltak, so tey sum lurta fáa eitt so gott upplivilsi sum gjørligt

List

Í list og máling fara vit at arbeiða við at geva sínum kenslum og hugsanum ein listarligan búna. Vit fara at læra m.a. um tilfar og farvur av ymiskum slag. Skeiðið er bæði tekninskt og listarligt. Og so fara vit sjálvandi at fáa royndir at mála. Tað eru ikki øll, sum hava líka lætt við at skriva, tala ella at deila sínar meinigar og kenslur. Við list ber til at “siga” tínar kenslur og upplivingar á ein annan hátt.