Skeiðið útsett! Hetta skeiðið er útsett og verður tí ikki hildið í 2022.

Hvussu veit eg, hvar “ð” skal standa? Og skal orðið enda við “ur” ella “ir”? Nógv okkara ynskja at orða okkum betri á egna máli okkara. Og uppaftur fleiri ynskja at stava betri føroyskt. Hvar tú ert, og hvar tú situr, so er tørvur á at skriva brøv og tekstir rætt. Nú fært tú høvi at gerast betri í føroyskari rættskriving skjótt og væl.

Tíðarskeið: Fyrst í okt.
Nær: Hóskvøld kl. 17.00-18.45 ella 19.00-20.45. Næmingar avgera tíðina nærri saman við lærara.
Stað: Verður kunngjørt seinni
Lærari: Eyðun á Borg
Prísur: Kr. 500