Nú rættilig ferð er komin á virksemið er tørvur á góðum stuðlum. Háskúlin fær stuðulsjáttan á fíggjarlógini, sum merkir, at partar av virkseminum verður fíggjað av landinum. Eitt nú verður løn til skúlaleiðara fíggjað 100%, meðan aðrar lønir og rakstur verður fíggjað 70% og annað, t.d. innbúgv verður fíggjað 50%.

Hetta sigur okkum, at tørvur er á fígging og tað vilja vit klára við skeiðsgjaldi og gávum frá góðum, glaðum gevarum, sum trúgva uppá ein Háskúla í Nesvík. Tað allarbesta tú kanst gera er at luttaka á onkrum av skeiðunum, tí tá telur tú sum næmingur, umframt at bera raksturin við gjaldinum.

Tað er Kirkjuliga Heimamissiónin, ið stendur aftanfyri skúlan, sum tó er sjálvsognarstovnur. Plagar tú at stuðla Heimamissiónini, so takka vit fyri tað! Halt ikki uppat við tí.

Men um tað nú er so, at tú serliga brennir fyri upplæring, uppbygging og vilt gera eina eyka íløgu í ikki minst ungdómin, so skalt tú vera hjartaliga vælkomin uppí toymið, sum lyftir Háskúlan – peningaliga!

Øll, ið lata einstaka gávu ella velja at lata fasta gávu til Háskúlan eru við í lutakasti um gávukort á 2000 kr frá Atlantic Airways. Drigið verður tann 28.12.2022.

Flytast kann á kontonr.: 9870 – 3058418

Tú kanst eisini ”stuðla” við at dáma síður okkara á Facebook og Instagram. Eisini ert tú vælkomin at tilmelda tíðindabræv, niðast á heimasíðuni www.hin.fo