Hvat læra fólkakirkjan og aðrar kirkjur/samkomur um týðandi spurningar?

Ein gjøgnumgongd og samanbering av týðandi tættum í læruni hjá evangelisk-luthersku kirkjuni og øðrum kirkjum/samkomum. Hvat verður lært og á hvørjum grundarlagi, hvat er semja um, og hvat brýtur frá. Nomið verður eitt nú við spurningar sum frelsu við trúgv, dóp, altarborðið/breyðbróting, endatíðirnar og Heilaga Andans virksemi. Miðað verður eftir at geva ein sakligan og breiðan kunnleika, og undirvísingin er skipað sum framløga og orðaskifti.

Tíð: 18. okt. 2022 til 27. mars 2023
Nær: Annan hvønn týsdag kl. 17.00-19.00
Stað: Gøtu skúli
Lærari: Øssur Kjølbro
Prísur: Kr. 500