Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Ungdómstiltak! Trúgv og samfelag: Fyri vali og fríum lívi – fosturtøka til umrøðu.

30. november 2022 kl. 19:00

Fyri vali og fríum lívi. Hesum taka vit øll undir við. Eitt frælst lív, har vit sjálvi hava avgerðarrættin til bæði lívsáskoðan og kós. Men rættindi og skyldur eru tvær síðir av somu søk. Soleiðis eisini í fosturtøkumálinum, sum Háskúlin í Nesvík setir á breddan til ungdómstiltak 30. november kl. 19.00 í Nesvík.

Háskúlin í Nesvík spyr: Hvat er hitt ófødda? Hvør er frægasta loysnin: frí fosturtøka ella forboð? Og hvørji rættindi viga mest: Fría valið hjá mammuni ella rætturin til lívið hjá barninum? Og hvussu eigur hetta at koma til sjóndar í fosturtøkumálinum?

Trúgv og samfelag er í tveimum pørtum. Hesaferð byrja Frítt Val og Føroya Pro Vita, við hvør sínum uppleggið. Aftaná verður politiskt orðaskifti, har Steffan Klein Poulsen og Hervør Pálsdóttir luttaka.

Øll 16 ár og elri eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding her: https://mission.atgongumerki.fo/…/event/1881278/order/info

Lýsing

Dagfesting:
30. november 2022
Tíð:
19:00
Tiltak Tags:
, , , , , , , , ,

Stað

Leguhúsið í Nesvík
Nesvík 8
Nesvík, 437 Faroe Islands
Telefon:
470001
View Stað Website

Fyriskipari

Háskúlin í Nesvík
Telefon:
470001
Teldupostur:
hin@hin.fo
View Fyriskipari Website