Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

Trúarlív og trúarspurningar

Hvussu byrjaði alt? Er Gud til? Hví eri eg her?

Menniskjan setir hesar stóru spurningarnar, tí at hon leitar eftir meining í lívinum. Um tað veruliga finst ein sonn meining við lívinum, hvar finni eg hana so? Hvar finni eg sannleikan? Hvør er Jesus? Er Nýggja Testamenti søguliga álítandi? Hvussu verja vit tey óføddu? Hvat er grundarlagið hjá moralinum? Í hesum skeiðinum fara vit at hyggja eftir nøkrum av teimum stóru spurningunum í lívinum

Evnið 26. september kl 19:00 verður : Hvussu eigi eg at liva?

Jesus veit, hvussu tungt mannalívið kann vera, og byrðarnar kunnu vera mangar. Men við teg og meg sigur hann: Kom til mín og gev mær allar tínar byrðar, tí at eg vil geva tær hvílu. Jesus vil gera okkum luteigandi í síni egnu hvílu – hesi hvílu og hesum friði, sum Jesus livdi í. Hetta vil hann eisini geva tær og mær! Men so løgið, sum tað ljóðar, fáa vit lut í Jesu hvílu og friði við at fáa eina aðra byrðu – eina lætta byrðu, ístaðin fyri okkara tungu syndabyrðu. Tí er tað, at Jesus sigur: “Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær” (Matt 11,29).

Melda til tiltak

treytirnar
  • {{error}}

Melda til tiltak

Hurra!
Tú hevur melda til tiltakið. Tjekka
teldupost fyri váttan.

Feilur við tilmelding

Okkurt gekk galið við tínari tilmelding.
Vinarliga far aftur og royn einafer afturat.