Trúarlív og trúarspurningar
Hvussu byrjaði alt? Er Gud til? Hví eri eg her?
Menniskjan setir hesar stóru spurningarnar, tí at hon leitar eftir meining í lívinum. Um tað veruliga finst ein sonn meining við lívinum, hvar finni eg hana so? Hvar finni eg sannleikan? Hvør er Jesus? Er Nýggja Testamenti søguliga álítandi? Hvussu verja vit tey óføddu? Hvat er grundarlagið hjá moralinum? Í hesum skeiðinum fara vit at hyggja eftir nøkrum av teimum stóru spurningunum í lívinum
17. oktober kl 19:00 verður evnið : Bíbliunnar trúvirði I