Málningalist
Í málningalistini eru nógvir ymiskir mátar at arbeiða uppá. At mála kann millum annað verða ein annar máti at siga frá sínum kenslum, hendingum og upplivingum í lívinum. Ymist er hvønn stíl vit ynskja at arbeiða við ella nýta, tað er bert hugflogið og valið hjá tí einstaka, sum setir mørkini.
Vit fara hesa vikuna at læra grundleggjandi um ymist tilfar og farvur. Skeiðið er bæði tekninskt og listarligt. Vit fara at hyggja uppá ymisk hugtøk í listasøguligum høpi. Sjálvandi fara vit eisini at fáa royndir at mála og fara at leggja dent á ymiskar teknikkir, tá hugsa verður um eygleiðing, tilfar og handalag. Eisini fara vit at fáa inspiratión ymsastaðni frá t.d. listasavn ella listafólk og frá náttúruni.
Millum annað fara vit at læra um:
- Farvur og ymiskt annað tilfar
- Teknikkir til ger av skitsu, hvussu vit brúka ljós, myrkur, skuggar og ymiskar strukturir.
- Prespektivering – síggja mál í røttum høpi ella frá røttum sjónarhorni.
- Kyrrlutamynd – stilleben – málningur av andleysum lutum, t.d. blómum, fruktum ella djórum
Á skeiðnum fara vit at brúka akryl og kolstiftir á lørift og akvarel máling. Undirvísingin verður skipa sum partvís felagsundirvísing tó mest ein til ein.
Við í prísinum er undirvísing, tilfar, frukt, máltíð, kaffi.
Tíð/Dagur: Í heystfrítíðini frá mánadag 9. – fríggjadag 13. oktobur.
Hvønn dag frá 10:00 – 15:00
Stað: Ítrivsstovan í Tofta skúla, Heygsvegur 28, Toftir,
*Gjald: geri so væl at gjalda á konto 9870 – 305.841.8, viðm. Málningalist